Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

Maria V. Hansen, lærari

 Kreativ fak við sviðusoð í sparitíðum
26-07-2010

Um skúlin ikki bjóðar frálæru í teimum kreativu og handaligu fakunum, hvaðani skulu næmingarnir so nema sær kunnleika? Maria V. Hansen, lærari, skrivar

 

Tað er eingin loyna, at tá skúlin fær færri tímar at býta út til fak og flokkar, eru tað altíð ávíst fak, sum fara ótarnað ígjøgnum, uttan at merkja til sparing, meðan onnur merkja spariknívin so tætt uppá, at vandin er fyri, at fakið heilt doyr út í skúlanum. Í øllum førum er talan um fakligt vakum, tí eingin menning fer fram.

 

Tey fakini, eg hugsi um, eru tónleikur, handarbeiði, heimkunnleiki, evning og smíð. Hetta eru fak, sum hava stóran týdning fyri lívsgleðina og persónligu menningina hjá næminginum. Um skúlin ikki megnar at geva næminginum frálæru innan nevndu fak, hevur tað svárar avleiðingar fyri næmingin, tí einki tilboð er um hetta eftir skúlatíð, undantikið í tónleiki. Men tað sæst eisini, at áhugin til at nema sær kunnleika innan tónleik er stórur og ómettaður, tí bíðilistin hjá musikkskúlunum til tey ymisku ljóðførini er langur, hóast tað kostar at ganga í musikkskúlanum.

 

Tá eg gekk í skúla í 70-unum dugdu so at siga allar gentur at binda; flestu dugdu at hekla, brodera og seyma eisini. Dreingirnir dugdu at smíða, saga og pussa, flestu dugdu at gera hillar, lyklaskáp og skeribretti; teir dugnaligu gjørdu smá model skip og bátar og líknandi. Í dag eru tað tey fæstu, sum duga at binda, hekla og líkandi. Innan smíð er støðan ikki betri, tey læra at halda hamara, saga eitt sindur og pussa. Stundir eru ikki til at fara í dýpdina, alt skal kunna lærast uppá fáar vikur.

 

Um skúlin ikki bjóðar frálæru í teimum kreativu og handaligu fakunum, hvaðani skulu næmingarnir so nema sær kunnleika?

 

Í Føroyum er fjølbroytt útboð av ymiskum ítróttargreinum, sum børn og ung kunnu ganga til í frítíðini. So er ikki, tá talan er um fakini smíð, handarbeiði, evning og heimkunnleiki.

 

Eg dugi ikki at síggja, hvussu fólkaskúlin kann liva upp til endamálsorðingina um at virka fyri persónligari menning av næminginum, uttan so, at tey praktisku og kreativu fakini í skúlanum er breitt umboðað øll skúlaárini. Tann bókligi parturin er týdningarmikil, men tað eru tey praktisku og handaligu fakini eisini. Stórur partur innan listina sprettir út frá omanfyri nevndu fakum.