Herálvur Jacobsen, nevndarlimur FLs
Ferðaliðið
19-07-2010
Ferðaliðið heldur, at lagaligu upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina gera, at fleiri evnarík og framsøkin meta avbjóðingina ov lítla og tí aftra seg at søkja inn at lesa til lærara. Herálvur Jacobsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar
Í januar í ár settu danir niður eitt skúlaferðalið, sum skuldi kortleggja styrkir og veikleikar í fólkaskúlanum og at koma við tilmælum, so skúlin í 2020 verður millum fimm teir bestu í altjóða høpi. Ferðaliðið hevur í 120 dagar ferðast runt til skúlar og tosað við lærarar, leiðslur, næmingar, foreldur, avvarðandi myndugleikar o.o., ið á einhvønn hátt varða av skúlanum. 4. juni í ár vóru so úrslitini av kanningarferðini løgd fram m. a. í fleiri frágreiðingum. Tilráðingarnar eru savnaðar í einari av frágreiðingunum.
At kyrra einstaka læraran, peikar ferðaliðið á, at tað eru partar uttan um skúlin, sum í dag ikki í nóg stóran mun stuðla skúlanum. Eitt nú eiga politikarar at halda somu kós í skúlamálum yvir fleiri valskeið og tora at halda á við átøkum til úrslitini síggjast. Sannføringin um, at allar broytingar fyrst og fremst mugu byrja og verða framdar í skúlanum, sæst aftur í, at ferðaliðið leggur dent á, at førleikamenning eigur at vera ein natúrligur partur í arbeiðslívinum hjá læraranum.
Tilmælisfrágreiðingin eru býtt upp í 7 temu, undir hvørjum tema eru eitt ella tvey tilmæli, so tað verða 10 tilmæli tilsamans. Flestu tilmælunum kann mann treytaleyst taka undir við, meðan nøkur eru, sum rættiliga bróta við siðvenju og galdandi hugsanarhátt.
Ferðaliðið heldur, at lagaligu upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina gera, at fleiri evnarík og framsøkin meta avbjóðingina ov lítla og tí aftra seg at søkja inn at lesa til lærara. Lága lønin og serliga byrjanarlønin verður ikki nevnd sum orsøk, men kanska er tað ikki borðbart í hesum høpi. Sitandi stjórn og politikarar í Danmark føra javnan fram, at danski fólkaskúlin er dýrasti í heiminum, so tað eigur eisini at bera til at gerast besti skúlin innan fyri somu karmar. Tó so, íløgur eiga at verða gjørdar í gransking og førleikamenning, og liðið mælir til, at skúlar brúka 4-6% av arbeiðstíðini hjá starvsfólkunum til førleikamenning. Samstundis verður mælt til at stuðlað verður upp undir førleikamenningina við greiðum sambandi ímillum førleikar og løn.
Ferðaliðið mælir eisini til, at greiðari mál verða sett fyri undirvísingina. Málini eru í dag sera breið og harafturat uttan raðfesting. Minni bókligu næmingarnir hokna undir ógjørligum krøvum heldur enn at fáa at vita, hvat teir í minsta lagi skulu duga. Lættari verður hjá foreldrum at fylgja við, um teirra barn er á aldurssvarandi støði, og ikki minst er lættari hjá skúlanum at eftirmeta og staðfesta, um settu málini eru rokkin. Hetta samsvarar væl, tí at ferðaliðið metir tað sum eitt aðalkrav mótvegis skúlanum, at skúlin skal kunna skjalprógva úrslit, og at úrslitini skulu verða atkomulig hjá øllum.
Lítið er at ivast í, at orðaskifti fer at kykna upp um krøvini til skjalprógvan. Hvussu ber til at skjalprógva teir breiðu førleikar, sum fólkaskúlalógin danska/føroyska leggur upp til. Fer ein tíðarkrevjandi skjalprógvan at síggjast aftur í ábótum og neyðugum tilfeingi, ella verður tað pappírsarbeiði til ein ókendan móttakara. Og hvussu samsvarar økta umsitingarliga arbeiðið við kanningarnar, sum vísa, at danskir lærarar frammanundan brúka lutfalsliga lítla tíð til undirvísing.
Onnur tilmæli snúgva seg um størri myndugleika til einstaka skúlan, fleiri valmøguleikar og meira kunningartøkni. At einstaki skúlin skal búgvast at rúma øllum næmingum, sum aftur er tengt at eyma málinum um størri skúlaeindir. Tað verður umrøtt á øðrum sinni.
Gerst haldari á Skúlablaðnum og fá atgongd
til stóra greinasavnið ...
Í blaðnum hesaferð:
- Tann lærarin, sum sigur seg næmingalaga undirvísingina í einum flokki við 24 næmingum, hevur ikki bæði beinini á jørðini.
- Tá ið tú velur høvuðsverk, er tú noyddur at hugsa um fakliga støðið í flokkinum.
- Eins og í øllum arbeiðsgreinum man eisini í lærarayrkinum koma fyri, at lættasta loysnin verður vald.
Leys lærarastørv
Søkt verður eftir lærara til serdeild skúlans 24 t/v.
07-09-2010
|
|||
|
|
|||
Søkt verður eftir 2 námsfrøðiligum stuðlum til serdeild skúlans.
07-09-2010
|
|||
|
|
|||
Í Kollafjarðar skúla er eitt parttíðarstarv – ¾ starv – fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá uml. 1. okt. 2010 til 30. juni 2011 leyst at søkja.
31-08-2010
|
|||
|
|
|||


