Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

Jónleif Johannesen, formaður í AKT-felagnum

 AKT er gott, men kann gerast betri
20-07-2010

AKT-lærarar eru harmir um, at størru dygdargóðu skeiðini ikki verða boðin út í næstum. Jónleif Johannesen, formaður í AKT-felagnum, skrivar

 

AKT stendur fyri atburð, kontakt og trivnaður. Samskifti millum ymisku bólkarnar innan skúlagátt kann av og á fara av sporinum. Í slíkum førum er ein lærari við AKT-útbúgving ein hjálp. AKT- lærarin hevur fingið nøkur amboð, sum hann kann brúka fyri at rætta upp á samskifti millum ymisku partarnar. Í próvnum, sum AKT lærararnir fingu handað í 2009, stendur millum annað:
·         At AKT-lærarin er førur fyri at menna persónligar eins væl og fakligar førleikar hjá lærarum og námsfrøðingum í teirra arbeiði við børnum, foreldrum og starvsfeløgum við atliti at børnum við sosialum og kensuligum trupulleikum.
·         At AKT-lærarin er førur fyri at arbeiða við heilum flokkum um viðurkenning og rúmd í verki.
·         At AKT-lærarin er førur fyri at lýsa og menna eygleiðingar- og lýsingaramboð til arbeiðið við børnum við AKT-trupulleikum.
·         AT AKT-lærarin er førur fyri at menna relatiónsførleikar hjá lærarum/námsfrøðingum í mun til næmingar og foreldur.
·         At AKT-lærarin er førur fyri at átaka sær ein nýggjan AKT-leiklut, har eyguni verða vend ímóti menning av almennari undirvísing og starvsfelagsvegleiðing.
·         At AKT-lærarin er førur fyri at arbeiða við hættum at kvalifisera starvsfelagar og geva íblástur til almennu undirvísingina.
Við at lesa omanfyri nevndu uppgávur, ið eg havi tikið úr rúgvuni, sæst at hetta eru ikki hissini uppgávur AKT-lærarin kann lyfta. Mentamálaráðið hevur eisini sæð álvaran í hesum uppgávum, tí AKT lærarar fáa, um leiðslurnar søkja eftir tí, millum hálvan og tríggjar tímar um vikuna til slíkar uppgávur. Hálvi tímin verður latin smáskúlum, meðan tríggjar tímar fáa AKT lærarar, sum arbeiða við skúlar, ið eru oman fyri 400 næmingar. Ein og hvør, sum kennir til føroyskan skúlaskap, veit, at hesir tímar røkka ikki til allar tær uppgávur, ein AKT lærari er førur fyri at røkja, men eitt sindur av tíð er betri enn einki.
AKT-lærararnir, sum tóku AKT prógv í 2009, hava í februar 2010 stovnað AKT-felag, sum er eitt undir felag hjá Føroya Lærarafelga. Nevndin í AKT-felagnum, væl stuðlað av øllum limunum, meinar, at AKT-arbeiðið í breiðasta týdningi er ein bøtandi hond fyri føroyska skúlaverkið, men at útbúgvingin, sum AKT-lærararnir higartil hava tikið, kundi verið sterkari, tá ið talan er um at vegleiða starvsfeløgum við at nýta ymiskar supervisiónshættir.
AKT-lærarar eru tí harmir um, at størru dygdargóðu skeiðini ikki verða boðin út í næstum. Teir høvdu vónað, at enn eitt dygdargott AKT-skeið, við eitt sindur øðrvísi innihaldi enn skeiðið í 2009 hevði, var fyri framman.
Nú tá ið meiri verður lagt á hvønn einstakan lærara, er væntandi, at strongdareyðkenni koma til sjóndar og at trupla samskiftið við næmingarnar er tyngjandi. Tá kundi verið gott at havt ein væl útbúnan Akt-lærara at heitt á.
Tí vilja heita vit á Mentamálaráðið um at raðfesta AKT-økið og skjótast til ber at bjóða hesa sera viðkomandi førleikamenning út til kreftir innan skúlagátt.
Vegna nevndina í AKT-felagnum
Jónleif Johannesen, formaður í AKT-felagnum, skrivar