Anne-Karin Kjeld frá Felagnum fyri lesi- og skriviveik
Orðblind fáa loksins hjálp
20-05-2010
- At vit nú hava orðblindalærarar, fer at gera, at fólk, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar ella eru orðblind, tora betur at koma fram við sínum trupulleikum, sigur Anne-Karin Kjeld frá Felagnum fyri lesi- og skriviveik
Felagið fyri lesi- og skriviveik fegnast, nú 18 lærarar í fólkaskúlanum, miðnámi og vinnuskúlum hava tikið prógv sum orðblindalærarar.
- At vit nú hava orðblindalærarar fer at gera, at upplýsingin um lesi- og skrivitrupulleikar verður økt, at tað verður tosað meiri um hetta, og at fólk, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar ella eru orðblind, tora betur at koma fram við sínum trupulleikum. Tey fara at tora betur og fyrr at søkja sær hjálp, sigur Anne-Karin Kjeld, sum er stigtakari til Felagið fyri lesi- og skriviveik.
Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur í nógv ár stríðst fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar. Eitt, sum tey hava fýlst á, er, at tey, sum hava við næmingar at gera, ikki hava dugað nóg væl at hjálpt teimum, sum hava meiri enn vanligari lesi- og skrivitrupulleikar.
- Hetta er nú broytt, tá ið talan er um orðblindni, tí nú hava vit 18 orðblindalærarar, so tað verður lættari hjá hvørjum einstøkum at fáa hjálp. Og ung, sum hava gingið nógv ár í skúla, fáa hjálp og verða ikki steðgað í teirra skúlagongd.
Anne-Karin Kjeld er samd við Sissal M. Rasmussen og Monu N. Steintún, sum í aðrari grein á heimasíðu okkara í dag, siga, at tað er umráðandi at seta inn við hjálp til teirra, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar so tíðliga sum til ber.
- Tað er sera umráðandi, og hesum arbeiða vit við, til dømis at fáa orðblindalærarar inn í innskúlingina. Í øðrum londum verða børn kannað sum 3 ára gomul fyri m.a. orðblindni; tey, sum eru í vandabólkinum, fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini, soleiðis at tá ið tey koma í skúla, eru tey á jøvnum føti við hini. Í staðin hava vit sæð í Føroyum alt ov nógv dømi um, at børn ganga í skúla í 9-10 ár og koma út úr skúlanum uttan at hava fingið nakað burturúr og uttan at tað hevur verið uppdagað, at tey eru orðblind. Samfelagið skal tá brúka fleiri ár at fáa hesi ungu upp á beinini aftur. Tí er so sera, sera umráðandi, at orðblindni verður fangað so tíðliga sum til ber og at innskúlingin er so góð sum til ber.
Anne-Karin Kjeld fegnast eisini um TRAS-kanningartilfarið, sum er gjørt.
- Verður hetta brúkt sum tað er ætlað, so verða øll børn, sum hava málsligar trupulleikar fangað sum smábørn, tey fáa neyðugu hjálpina, og tað fer at broyta alla myndina. Nú hava vit lærarar í øllum stigum, sum kunnu hjálpa teimum, sum eru orðblind.
Gerst haldari á Skúlablaðnum og fá atgongd
til stóra greinasavnið ...
Í blaðnum hesaferð:
- Tann lærarin, sum sigur seg næmingalaga undirvísingina í einum flokki við 24 næmingum, hevur ikki bæði beinini á jørðini.
- Tá ið tú velur høvuðsverk, er tú noyddur at hugsa um fakliga støðið í flokkinum.
- Eins og í øllum arbeiðsgreinum man eisini í lærarayrkinum koma fyri, at lættasta loysnin verður vald.
Leys lærarastørv
Í Kollafjarðar skúla er eitt parttíðarstarv – ¾ starv – fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá uml. 1. okt. 2010 til 30. juni 2011 leyst at søkja.
31-08-2010
|
|||
|
|
|||


