Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

Savnsmynd

 Børn geva nýggjar heilakyknur
16-07-2010

Bara tað at taka sær av børnum ger, at nýggjar heilakyknur verða gjørdar, siga granskarar, sum hava kannað músadaddur

 

At nærvera og samvera við børn ger eitthvørt við okkum, er valla nýggj tíðindi. Men hvat er tað, sum liggur aftan fyri? Nú eru granskarar komnir eitt fet longri svarinum, í øllum førum tá ið tað umræður mýs.
 
Nýggj gransking vísir nevniliga, at bara tað at taka sær av børnum fær nýggjar kyknur at vaksa fram í heilanum á gnagarunum, hóast teir aldri sjálvir høvdu føtt børn.
 
Tað eru Miyako Furuta og Robert Bridges frá Tufts University, sum hava granskað ávirkanina frá ungunum á músaheilan. Royndin gekk út uppá at kanna jomfrúuligu músina, sum hvørki var kviðin ella hevði fingið ungar, men sum kortini var í tøttum sambandi við nakrar músaungar hvønn dag.
So hvørt vaknaðu móðurkenslurnar í nógvum av teimum vaksnu dýrunum. Tey bóru seg at sum mammur, sum savnaðu ungar sínar, krupu saman við teimum ella fóru í reiðrið eftir teimum. Tá ið granskararnir hugdu at heilanum á dýrunum, varnaðust teir, at tað, mýsnar høvdu gjørt, hevði sett síni spor. Tær umsorganarfullu mýsnar, sum høvdu verið daddur, høvdu fingið fleiri heilakyknur í økjum í heilanum, sum kennir aftur lukt. Eingin slík broyting var at síggja hjá djórum, sum ikki høvdu verið saman við ungum, ella sum ikki dámdi at vera saman við ungum.
 
Hetta er nýggj vitan haldar granskarar. Eldri gransking hevur víst, at ungar kalla fram móðurkenslur hjá nógvum skapningum, íroknað músum og menniskjum. Vísindini hava eisini funnið nýggjar nervakyknur í heilanum á músum og rottum, sum eru kvidnar ella sum geva at súgva. Men at tað at taka sær av ungum sær út til at broyta heilan er nýggj vitan.
 
Hvat útloysir broytingarnar, eru vísindafólkini ikki komin fram til. Tað kann vera, at hormonið prolaktin spælir ein leiklut, tað sær í øllum førum út til, at hetta evnið sparkar bæði móðurkenslur fram umframt framleiðslu av nýggjum heilakyknum fram undir barnsburði. Hinvegin er tað ikki óhugsandi, at ávirkanin kemur frá ungunum sjálvum.
- Sum so nógvar aðrar vísindaligar kanningar, so gevur henda vitanin fleiri spurningar enn svar. Hvussu koma hesar kyknurnar í heilan, og hvat gera tær? Hava tær eitt nú ávirkan á, hvussu honurnar uppfata ungar sínar, við at kenna teir aftur, spyr Bridges.
 
Og so er tað bara at minna á, at royndir við músum sjálvandi ikki siga nakað um menniskju soleiðis uttan víðari. Men í óvísindaligum spekulatiónum í verðskapi eru tað sjálvandi loyvt …