Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

Savnsmynd

 Religión minni ræðandi enn kristni
23-07-2010

Ein skúlastjóri í Ålborg hevur søkt danska kenslumálaráðið um loyvi at kalla lærugreinina kristni fyri religión. Í einum skúla í Keypmannahavn kalla tey longu hesa lærugreinina fyri religión. Tað hongur betur saman við skúlans veruleika, halda skúlastjórar.

 

Tað er minni ræðandi og nógv lættari at kalla lærugreinina religión, tá ið 85 prosent av næmingunum koma úr øðrum mentanum enn teirri donsku, sigur skúlastjórin í Tagensbo skúla, Jens Husum. Næmingarnir í hesum skúlanum umboða ikki færri enn 42 ymisk móðurmál.

-          Vit hava nógvar ymiskar religiónir í okkara lítla samfelag, og tað vil siga, at vit eftir mínum tykki mugu síggja til, at tað er pláss fyri øllum, so øll fáa ta undirvísing, tey sambært fólkaskúlalógini hava rætt og krav um, sigur Jens Husum.

 

Í skúlanum eru nógvar familjur, sum eru religiøsar, og tað skal vera pláss fyri teimum, heldur skúlin. Tað gerst best við at kalla lærugreinina religión. Eitur lærugreinin religión, taka foreldur at børnum, sum hava aðra religión enn kristindóm, ikki børn síni úr undirvísingini. Kallar skúlin hinvegin lærugreinina fyri kristni eru tað fleiri muslimskar familjur, sum taka børn síni úr undirvísingini. Skúlaleiðarin leggur áherðslu á, at innihaldið í lærugreinini livir upp til lógarkavið, og hann er tilvitaður um, at lærugreinin sambært lógini eigur at verða kallað kristni.

-          Men vit hava ein annan veruleika, sum eg skal hugsa um, og tað er mín uppgáva at fáa børnini at fungera saman. Politiski veruleikin passar ikki heilt til skúlans veruleika, sigur hann, sigur René Knudsen.

 

Skúlaleiðarin René Knudsen er ikki einsamallur í áskoðan síni um, at lærugreinin kristni eigur at fáa navnabroyting. Skúlaleiðararnir siga við ein munn, at broyta teir heitið á lærugreinini, verða tað færri foreldur, sum taka børn síni úr undirvísingini.

-          Tað er keðiligt, at muslimsk børn ikki taka lut í hesum partinum av undirvísingini, tí lærurgreinin er um so nógv annað enn kristindómur. Hetta er lærugreinin, sum kann geva børnunum eina vitan um lívið og gera tey betur før fyri at skilja samfelagið, sigur René Knudsen.

 

54 procent av dønum eru fyri at kristni víkir fyri religión. Danski kenslumálaráðharrin hevur tó sýtt fyri at doypa hesa lærugreinina av nýggjum.