Tíðindi

Frískúlin Keldan er seks ár

Í Skálafirði ræður um at finna námsfrøðiligt støðufesti millum hálindirnar og heimin

08.07.2016

Børn eru ikki evangelistar, men næmingar, sum helst skulu upplærast í góðum og harmoniskum umhvørvi. Men munurin á einum kristnum frískúla í Skálafirði og einum vanligum fólkaskúla er altso, at í frískúlanum verður størri dentur lagdur á átrúnað.
    Samkoman Keldan í Skálafirði rekur frískúla, ið eisini hevur forskúla og frítíðarstovu. Skúlin byrjaði í 2010 við forskúla og fyrsta flokki við tilsamans 19 børnum. Nú eru 95 næmingar úr 15 ymsum bygdum og býum; summir koma heilt úr Kollafirði.

Kristna støðið
Frískúlin Keldan elur upp næmingar, so teir gerast tryggir, glaðir, sjálvstøðugir, ábyrgdarfullir, heilskapaðir og upplýstir persónar, ið æra Gud og tæna familju, samkomu og samfelagi.
    Skúlin vil eisini gera einstaka næmingin ærligan, arbeiðsaman, ósjálvsøknan, lýdnan, treystan, næstagóðan og altjóða ábyrgdarfullan.
    – Vit vísa á virði, vit halda vera týðandi fyri menniskjað í samfelagnum. Torført er at siga, um hetta eydnast; tað verður altíð upp til tann einstaka, sigur Jastrid Høj, skúlaleiðari.
    At skúlin byggir á kristnu trúnna merkir, at hvørt menniskja hevur serligt virði uttan mun til kyn, átrúnað, útsjónd, hugburð ella førleikar. Hesar meginreglur skulu eggja næmingum og lærarum at virða hvønn annan og at vera góðar við onnur fólk.

Tekstur og mynd: Høgni Mohr

Lesið alla greinina í Skúlablaðnum, sum kom í juni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.