Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt er vertsskúli komandi holocaustdag

50 ár eru síðan Reyðu Khmerdrápini. Kambodja verður evnið á næsta holocaustdegi, tá skúlin við Løgmannabreyt er vertsskúli. Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp í hesum høpi, og fyrstu ferð at ein skúli í Havn er vertsskúli.

19.04.2024

Í ár var væleydnaður holocaustdagur fyriskipaður úr Vestmanna skúla. Við fólkadrápinum í Ruanda fyri 30 árum síðan sum støði, varð eins og árini undan stroymt við fyrilestrum til allar føroyskar skúlar. Tað er fyrstu ferð, at eitt fólkadráp í Afrika hevur verið lýst á henda hátt.

Næsti holocaustdagur er mánadagin 27. januar 2025. Tá seta vit landið Kambodja sum dømi inn í yvirskipaða karmin, ið enn sum áður er holocaust. Stroymt verður úr skúlanum við Løgmannabreyt, har Høgni Joensen er skúlastjóri, til allar skúlar, ið vilja vera við í tiltakinum. Til ber eisini at seta fyrilestrahaldarunum spurningar. Áki Dyssegaard, sum er lærari í Tofta skúla, fer at greiða frá um tíðina, tá hann og konan, Turid, arbeiddu sum truboðarar í Kambodja 2017-18.

Orsøkin til, at vit velja Kambodja, er, at nú eru 50 ár liðin síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp í Kambodja.

Tann kommunistiska kollveltingin hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja kravdi frá 1975 og fýra ár fram um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við. Ikki fyrr enn fleiri áratíggju seinni byrjaði ein rættaruppgerð. Tá var tann illa gitni leiðarin hjá Reyðu Khmerunum, Pol Pot (1925-1998), longu deyður.

Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, sum holocaustdagin samskipa skúlatiltakið. Løgtingið samtykti í 2019 at altjóða minnisdagurin fyri Holocaust, hin 27. januar, hvørt ár skal verða minningardagur í føroyska skúlanum fyri holocaust og onnur fólkadráp. Samskipari er Ólavur í Geil.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.