Stabbamynd greinar

432 næmingar í 10. flokki í 13 skúlum

Flestu næmingarnir ganga í NámX í Havn; har eru 238 næmingar, sum er met.

15.04.2024

Hetta skúlaárið eru tað 432 næmingar í 10. flokki. Tað eru 58 % av næmingunum, sum gingu í 9. flokki farna skúlaár. Hesir næmingar ganga í 13 skúlum, skipað í átta 10. floks tilboð. Flestu næmingarnir ganga í NámX í Havn; har eru 238 næmingar, og næstflestir eru í ávikavist e-Nám, har tað eru 58 næmingar, og samstarvinum millum Runavíkar og Tofta skúla, har tað eru 55 næmingar.

Tað árið, tá flest næmingar vóru innskrivaðir í 10. flokk, var skúlaárið 2016/17, tá vóru 512 næmingar í 10. flokki. Tá størsti parturin av árganginum valdi at fara í 10. flokk, var skúlaárið 2015/16, tá 69,9 % av næmingunum vóru í 10. flokki.

Í Tórshavn og Klaksvík eru allir næmingar í einum, har eru ávikavist 238 og 38 næmingar. 10. floks tilboðini eru skipað fýra samstørv: εNám (sum eru skúlarnir í Fuglafirði, á Strondum og við Streymin), Runavíkar skúli / Tofta skúli, Vágs skúli / Tvøroyrar skúli og Skúlin á Giljanesi / Sørvágs skúli. Í hesum samstørvunum eru tað ávikavist 58, 55, 22 og 12 næmingar. Seinastu 15 árini hava tað verið í miðal 452 næmingar í 10. flokki, hetta er í miðal 62 % av árganginum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.