Tíðindi

389 næmingar í 10. flokki

Tað svarar til gott og væl helmingin av árganginum.

25.01.2023

Í seytjan skúlum hava næmingar møguleika at fara í 10. flokk. Nógvir skúlar samstarva um at hava 10. Flokk. Eitt nú er allur 10. floks árgangurin í Tórshavnar kommunu savnaður í Nám X, sum heldur til í Eysturskúlanum. Aðrir skúlar samstarva meiri og minni við at skiftast um at hýsa árganginum ymsar dagar. Nám X, sum heldur til í Eysturskúlanum í Havn, er tann størsta 10. flokseindin. Í ár er næmingatalið 185.

Í ár ganga 389 næmingar í 10. flokki; í fjør var talið 410. Skúlaárið 2015-2016 var næmingartalið 459. Hyggja vit uppaftur longri aftur í tíð, hevur næmingatalið verið væl hægri. Eitt nú var tað skúlaárið 2007-2008 512 næmingar og skúlaárið 2005-2006 647. Sigast skal, at samlaða næmingatalið tá var hægri. Tað, sum helst er meiri áhugavert, er at vita, hvussu stórur partur av 9. floks árganginum velur at fara í 10. flokk. Næst síðsta skúlaár gingu 760 næmingar í 9. flokki, og av teimum valdu 389 at halda leiðina fram í 10. flokk hetta skúlaárið; tað svarar til 52 prosent. Samanbera vit fyri 10 árum síðan, so valdi 66 prosent av 9. floks árganginum at halda fram í 10. flokk.

Flestu 10. flokkarnir eru eyðkendir við ymsum spennandi breytartilboðum. At skúlar í einum øki taka seg saman í 10. floks eindir ella samstarva í annan mun, hevur gjørt, at teir kunnu bjóða nógv spennandi tilboð, og hetta er óivað orsøkin til, at 10. flokkur enn hevur lutfalsliga gott tak á næmingum í Føroyum. Í Danmark er gongdin tann, at støðugt færri næmingar halda fram í 10. flokki. Síðan 2000 er talið av næmingum í 10. flokki minkað støðugt. Tilsvarandi er talið á næmingum, sum fara í miðnámsskúla og til vinnuútbúgvingarnar økt.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.