Tíðindi

30 útbúnir støddfrøðivegleiðarar til reiðar

Verkætlanirnar fingu góð skotsmál frá próvdómaranum, og royndirnar frá teimum eru nógvar og ymiskar. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

07.07.2017

Fyrrapartin 12. juni stóð tann fyrsti støddfrøðivegleiðarin royndina í hølunum hjá Námi á Hoyvíksvegnum, og næstu dagarnar fylgdu 29 lærarar eftir, so at vit nú hava 30 nýklaktar støddfrøðivegleiðarar úr øllum økjum Føroyum. Hesi eru nú klár og gleða seg at virka í skúlanum komandi skúlaár og nógv ár fram.

Hesir 30 lærararnir, ið nú eisini kunnu kalla seg støddfrøðivegleiðarar, hava lisið afturat og aftur við lærarastarvinum seinastu trý árini. Mentamálaráðið hevur skipað útbúgvingina í samstarvi við UCC í Keypmannahavn. Útbúgvingin, ið er 60 ECTS-stig, hevur verið væl skipað, og eldhugaðir undirvísarar frá UCC hava ferðast til Føroyar tvær ferðir hvørt hálvár at undirvísa hesum. Afturat undirvísingini hava hesi vegleitt við uppgávunum, ið eru latnar inn hálvárliga. Uppgávurnar og undirvísingin hevur alla tíðina tikið støði í gerandisdegnum hjá støddfrøðilærarunum og miðað ímóti arbeiðinum sum vegleiðarar í støddfrøði á teirra skúla.

Endaliga próvtøkan tók støði í eini verkætlan, ið lærararnir hava ment og roynt á sínum skúla. Verkætlanirnar fingu góð skotsmál frá próvdómaranum, og royndirnar frá teimum eru nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu t.d., hvussu vit kunnu hjálpa næmingum við avbjóðingum í støddfrøði fyrstu skúlaárini, hvussu vit kunnu fáa meira rørslu við í undirvisingina, hvussu vit kunnu skipa samstarvið millum støddfrøðilærararnar á skúlanum, hvussu teldlar kunnu brúkast í undirvísingini, hvussu lærarin kann vera tilvitaður um málið, og hvussu samrøður millum næmingar í undirvísingini kunnu stuðla innlæringina hjá tí einstaka. Hetta eru góðar royndir, ið lærarar á einstaku skúlunum nú eiga.

Sambandið millum støddfrøðivegleiðararnar er gott, nú teir hava savnast javnan seinastu trý árini. Nú kennast støddfrøðilærarar úr ymsum pørtum av landinum og vita, hvussu onnur skipa undirvísingina í støddfrøði. Nú útbúgvingin er liðug hvørvur hetta høvið at hittast, og saknur verður í samrøðunum og kjakinum, ið hevur verið mennandi.

Støddfrøðivegleiðararnir arbeiða tí við at stovna sítt undirfelag í Føroya Lærarafelag, fyri at varðveita samstarvið og styrkja undirvísingina í støddfrøði. Undirfelagið skal verða vælkomið, og hetta verður tíggjunda undirfelagið hjá fakfelagnum.
Í tímajáttanini hjá skúlunum til komandi skúlaár sæst, at støddfrøðivegleiðararnir fáa somu tíðarkarmar sum lesivegleiðararnir. Hvør uppgávan hjá teimum verður, er ikki lýst enn, og tað kann órógva. Men um støddfrøðivegleiðararnir fáa góðar karmar at virka undir, so hava teir holla vitan og sambond at skipa sítt arbeiði á skúlunum í samstarvi við lærarar og leiðslur. So kann arbeiðslýsingin spretta úr hesum royndunum.

Eg vil ynskja støddfrøðivegleiðarunum til lukku við støddfrøðivegleiðaraútbúgvingini og ynski teimum góða eydnu í yrkinum. Við teimum eru møguleikarnir fyri eini góðari undirvísing í støddfrøði í fólkaskúlanum munandi betur.

Undirfeløg hjá Føroya Lærarafelag: http://www.lararafelag.fo/felagið/undirfeløg


Støddfrøðivegleiðarar klárir næsta skúlaár: http://www.lararafelag.fo/st%C3%B8ddfr%C3%B8%C3%B0iveglei%C3%B0arar-kl%C3%A1rir-n%C3%A6sta-sk%C3%BAla%C3%A1r-1


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.