Tíðindi

3-4 milliónir krónur til eftirútbúgvingar

Eftirútbúgving av lærarum eigur at fáa nógv hægri raðfesting, at verða skipaðar eftir einum leisti og fáa árliga játtað 3-4 milliónir krónur serstakt til økið.

26.05.2023

Í frágreiðingini við tilmælum, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur arbeitt við at gera broytingar í fólkaskúlalógini, hevur skrivað, verður rættiliga nógv gjørt við eftirútbúgvingarpartin. Har verður greinað søguliga, hvat hevur verið gjørt, og hvat verður gjørt í dag. Tilmælini frá arbeiðsbólkinum eru:

* at vit hava eina eftirútbúgvingarskipan, har eftirútbúgvingar verða bodnar út við jøvnum millumbili.
* at vit hava eina eftirútbúgvingarnevnd, sum skal samskipa, fyrireika og gera kostnaðarmeting  fyri eitt 10 ára skeið, býtt í 2 og 3 ára virksemisskeið.
* at árliga játtanin til eftirútbúgving á fíggjarlógini eigur at vera 3,5–4,0 mió. kr.
at Námsvísindadeildin eigur at skipa fyri teimum longru eftirútbúgvingunum á diplom, bachelor og masterstigi
* at Nám skipar fyri styttru eftirútbúgvingunum sum AKT og SSP og fyri skeiðsvirksemi, eins og gjørt verður í dag
* at drúgvaru eftirútbúgvingarnar á 60 ects verða skipaðar í fimm lestrarhálvur, og at tímaniðurskurðurin verður 5 tímar um vikuna.

Í frágreiðingini verður sagt, at tað er sera umráðandi, at fólkaskúlin hevur vælútbúgvin starvsfólk innan lærugreinir og serlig fakøki, ið eru knýtt at undirvísingini og virksemi skúlans sum heild.

Tørvurin á eftirútbúgving hevur valla nakrantíð verið størri enn nú, bæði tí at gransking og undirvísingarligar greiningar vísa á nýggjar arbeiðshættir og námsfrøði, og at okkum vantar eina regluliga eftirútbúgving innan fleiri øki. Serliga tøkniliga menningin seinastu árini hevur elvt til, at førleikakrøvini broytast munandi skjótari enn bara fyri fáum árum síðani. Eisini tilvitanin og tørvurin á bæði inklusjónsfremjandi átøkum, trivnaðararbeiði og fjølbroyttum námsháttum seta krøv og eru fortreytir fyri at røkja starv sum fólkaskúlalærari. Sostatt er stórur tørvur bæði á fakligum, námsfrøðiligum og sosialum førleikum.

Eingin áseting er í fólkaskúlalógini um eftirútbúgving og fakliga menning hjá lærarum, sjálvt um hetta er at kalla ein fortreyt fyri at røkja lærarastarvið. Hinvegin so er ásett í § 55a í fólkaskúlalógini, at skúlaleiðarar, antin skulu hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Eftirútbúgving hjá fólkaskúlalærarum er ásett í rundskrivi nr. 1 um eftir- og framhaldsútbúgving av lærarum fólkaskúlans frá 9. juni 1992, men eftirútbúgvingin verður í dag ikki skipað sambært umrødda rundskrivi. Tað hevur verið umrøtt at skipa ein eftirútbúgvingardepil, har málið skuldi verða, at øll starvsfólk í skúlum og stovnum, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið varðar av, í framtíðini skulu hava møguleika at eftirútbúgva seg á einum og sama staði.

Tørvur er á eini skipaðari tilgongd, har eftirútbúgvingarnar verða bodnar út við jøvnum millumbili. Tað vanta eftirútbúgvingar innan fleiri øki í fólkaskúlanum, umframt eftirútbúgving innan fjølbroytta læring, trivnað og sosialan felagsskap. Sjálvt um tørvur er útbúgving innan fleiri øki, so ber ikki til at seta allar útbúgvingar í verk samstundis, hvørki fíggjarliga ella viðvíkjandi luttøku, og tí eiga vit at raðfesta, verður sagt í frágreiðingini.

Raðfestingin hjá arbeiðsbólkinum er grundað á, hvørjar útbúgvingar hava bíðað longst samanhildið við tørvinum:

Longri eftirútbúgvingar:

1. Skúlabókavarðaútbúgving
2. Kt-varðaútbúgving
3. Lesivegleiðaraútbúgving
4. CO-teaching (samstarvandi læring)
5. Serlæraraútbúgving
6. Flokslæraraútbúgving
7. Orðblindalæraraútbúgving
8. Leiðsluútbúgving
9. Skúlavegleiðararútbúgving
10. Náttúrvísindi, náttúruvegleiðari, støddfrøðivegleiðari

Styttri útbúgvingar ella skeið:

1. Akt-læraraútbúgving, drúgvari skeið
2. List- og handaverk, skeið
3. Co-teaching og tvílæraraskipan, skeið
4. Skeið fyri SSP-lærarar
5. Persónlig leiðslumenning, skeið
6. Verkætlanarar,- verkstaðarundirvísing og  evniskunnandi undirvísing, skeið
7. Rørsla og heilsa, skeið
8. KT-didaktikkur, skeið
9. Eykaprógv í føroyskum, regluliga

Av tí, at tørvurin á eftirútbúgving er so stórur, mælir arbeiðsbólkurin til, at lestarartíðin fyri drúgvaru útbúgvingarnar verður 2,5 ár, í staðin fyri 3 ár, sum hevur verið tað vanliga fyri útbúgvingar, sum fata um 60 ects.

Frágreiðingin við tilmælum, sum var handað landsstýrismanninum í gjár, er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.