Tíðindi

20 næmingar í flokkunum hóskandi

Eitt av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur viðgjørt fólkaskúlan, er at minka hægsta næmingatalið niður í 20 í øllum flokkum fólkaskúlans

24.05.2023

Hvør er hóskandi støddin á einum skúlaflokki? Henda spurningin hevur arbeiðsbólkurin, sum í gott og væl hálvt annað ár hevur arbeitt við at gera tilmæli og broytingar í fólkaskúlanum arbeitt neyvt við. Floksstødd hevur týdning fyri úrtøkuna hjá næminginum og trivnaðin, tí er tað ein fortreyt – sum sagt verður í frágreiðingini við tilmælunum frá arbeiðsbólkinum – at fyri at skapa trivnað og tær góðu relatiónirnar í flokkinum, mugu lærarar hava tíð til einstaka næmingin. Hetta er galdandi fyri allar næmingar, at teir kenna seg bæði verða sæddar og hoyrdar. Tað er umráðandi, at fyriskipanirnar í fólkaskúlanum leggja upp fyri hesum, so at næmingurin kennir, bæði at læringin er spennandi og viðkomandi, og at í skúlanum er gott at vera, har fyrilit eru fyri førleikum, tørvi og evnum hjá tí einstaka. 

Mælt verður tí til,

* at § 20 verður broytt, soleiðis at floksstøddin við skúlaársbyrjan verður í samsvari við námsfrøðiliga gransking, har 20 næmingar í flokkunum er best hóskandi fortreyt fyri námsfrøðiliga, trivnaðarliga og fakliga menning. Byrjað verður við broyttu floksstøddini í  1. flokki. Skipanin verður gjøgnumførd eftir níggju árum.
* At heimilað verður skúlaleiðaranum at taka støðu til, um nýtt floksbýti verður gjørt í innskúlingini, tá ið næmingatalið er hægri enn 20, ella sett verður inn við tvílæraraskipan.
* At játtanarskipanin verður broytt samsvarandi, so tað í 1.–3. flokki er 21. næmingurin, sum útloysir játtan til tveir flokkar.
* At verandi flokkar í mið- og hádeild halda fram óbroyttir til 9. flokk, men at  tímar verða játtaðir til tveir flokkar, tá ið næmingatalið í hesum flokkum er 25 og fleiri.
* At móttøkuskúlar, sum sum taka ímóti næmingum í 7. ella. 8. flokki fremja floksbýti við grundarlag í 20 næmingum í flokkinum, men hædd verður samstundis tikin fyri hølisligu umstøðunum. Eru fleiri enn 20 í flokkunum, verður sett inn við tvílæraraskipan.
* At skúlaleiðarin við støði í hølisviðurskiftunum og í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum tekur støðu til floksbýti og tvílæraraskipan í verandi flokkum í 2.–9. Flokk.

Um hugt verður at kanningum úr øðrum londum, so sæst, at tað er ymiskt, hvørji tilmæli eru viðvíkjandi floksstødd. Týdningurin av førleikum lærarans er tó týðiligur í øllum kanningunum. Í árunum 1985-1990 varð framd ein stór kanning í Tennessee (USA) sum kannaði ávirkanina á úrtøkuna og menningina hjá børnum í mun til lutfallið millum næmingar og lærarar, har tey kannaðu barnagarðsflokkar, umframt 1.-3. flokk kring stóran part av statinum; smáir flokkar høvdu eitt lutfall á 13-17 næmingar fyri hvønn lærara, vanligir flokkar høvdu 22-25 næmingar fyri hvønn lærara, og vanligir flokkar við lærarastuðli høvdu eisini 22-25 næmingar saman við lærara og stuðli. Tað vísti seg, at í nógvum førum, men ikki øllum, stóðu næmingarnir úr smærru flokkunum seg betur í royndum. Tá hugt varð at læraraførleikunum vísti tað seg at vera heilt sannførandi, at ein góður lærari fekk uppaftur meira burturúr, um hann arbeiddi við einum minni flokki, hetta eisini samanborið við teir flokkar har lærarar fingu stuðul (Word et al., 1990).

Viðvíkjandi tí fíggjarliga partinum, so er ein áhugaverd svensk kanning gjørd, har tey hava greinað almennar skrásetingar fyri nógv ár, m.a. skúladátur, kommunudátur, soldátardátur og lønardátur, og hesar greiningar vísa, at næmingar sum hava gingið í smærri flokkum oftari eru betur fyri, og at hesin fyrimunur stendur við, soleiðis at tey sum vaksin hagfrøðiliga kunnu væntast at hava 3,4% hægri inntøku, og harvið er niðurstøðan, at tað at minka floksstøddina frá 25 niður í 20 næmingar er ein íløga, sum loysir seg samfelagsliga (Fredriksson et al., 2012).

Sambært Hattie (2009) so verður úrtøkan hjá næmingunum ávirkað positivt í eini minni floksstødd, men munurin er so mikið lítil, at mælt verður ikki til at gera tær stóru íløgurnar, tí tað eru onnur viðurskifti sum eru munabetri. Víst verður á, at ein orsøk til, at munurin er so lítil, er, at lærarar undirvísa á sama hátt í stórum sum í smáum flokkum og tí ikki gagnnýta møguleikarnar, ið eru at hava færri næmingar í flokkunum. Tá ið Hattie tosar um at minka um floksstøddina, so er talan um at broyta næmingatalið frá 25-30 næmingar til 15-20 næmingar. Hattie heldur, at munabetri átøk snúgva seg um í stóran mun um læraran og undirvísingarhættir, so sum tignin hjá læraranum, formativar afturmeldingar, ella sum sagt er í Hattie (2012): Lærarar mugu vera tilvitaðir um, hvat hvør einstakur næmingur í teirra flokki hugsar og veit, og lærarin má megna at gagnnýta hesa vitan um næmingarnar, umframt hava nøktandi vitan og fatan av lærugreinini, so at teir kunnu veita meiningsfullar og hóskandi afturboðanir við tí úrsliti, at hvør næmingur ger framstig í førleikakrøvunum, sum lýst eru í námsætlanunum. Hesi krøv til læraran krevja bæði hóskandi næmingatal, skipan av flokkinum og hóskandi útbúgving/eftirútbúgving.

Týdningurin, sum førleikin hjá lærarum hevur, er tó ikki nøkur nýggj vitan. Ongar skipaðar føroyskar kanningar eru gjørdar um floksstødd, og hvørja úrtøku næmingarnir fáa. Hetta er tó eitt arbeiði, sum ber væl til at gera við støði í landsroyndum, PISA-kanningum og próvtøkuúrslitum annars. Kanningar aðrastaðni siga, at næmingarnir í smærru flokkum (15-23 næmingar) fáa í miðal 0,5 próvtal hægri enn í flokkum, har næmingatalið er 24 ella hægri (Harryson, 2020).

Sum víst verður á í frágreiðingini er floksstøddin eitt fyribrigdi sum spælir upp á fleiri streingir. Samstundis sum kanningar vísa, at næmingarnir hava betri møguleika fyri at fáa meira burtur úr skúlagongdini, um teir ganga í einum minni flokki við 20 næmingum ella færri, so eru fleiri onnur fyrilit at hava, m.a. floksleiðsla, læraraførleikar og skúlamentan. Sostatt er niðurstøðan, at eitt átak at minka um floksstøddina sum eitt einstakt átak ger mun, men virknaðurin er munandi størri um tað er partur av einari heildarbroyting, har dentur bæði verður lagdur á úrtøkuna hjá næminginum og trivnaðin.

Á fundi við politiska fylgibólkin var eisini komið inn á hesi viðurskifti, har ma. varð víst á, at í ov stórum flokkum er vandi fyri, at ov nógv børn detta niður ímillum og tí fáa tørv á eyka hjálp.

- Verður næmingatalið lækkað, fer tað at gera, at tørvurin verður á fleiri skúlastovum. Arbeiðsbólkurin hevur útgreinað, hvat tað kostar, um næmingartalið verður lækkað niður í 22, 20 og 18 næmingar. Mælt verður til, at skipanin við í mesta lagi 20 næmingum í flokkunum verður sett í verk í stigum, so tað ganga níggju ár til fult flokkabýti verður gjøgnumført, og í summum førum fara skúlarnir helst at velja ikki at býta flokkar sundur, um næmingar koma afturat gjøgnum árini, men í staðin at hava tvílæraraskipan og møguligt sundurbýti í ávísum lærugreinum.

Økta flokkatalið er ein vegleiðing hjá kommununum at meta seg eftir í sambandi við hølisviðurskiftini í skúlunum, bæði tá ið talan er um verandi skúlabygningar og nýggja skúlabyggging og eisini í sambandi við um- og uppíbygging í verandi skúlum.

Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum í vikuni. Hon er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.

Savnsmynd

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.