Tíðindi

17 prosent av næmingunum fyri happing

Munandi meiri happing samanborið við seinastu kanning, nógv útihýsing og stórt einsemi. Tað eru nakrar av høvuðsniðurstøðunum í nýggju trivnaðarkanningini, sum er gjørd millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki í fólkaskúlunum kring landið. Nýggj kanning av trivnaðinum í fólkaskúlanum er løgd fram seinnapartin.

03.10.2023

Við trimum undanfarnum kanningum, sum vístu eina gongd rætta vegin, hava vit nú eina nýggja kanning, sum vísir eina øking í talinum á børnum og ungum, sum mistrívast í fólkaskúlanum. Gongdin hevur annars verið støðug síðan 2007, tá ið fyrsta kanningin var gjørd. Tá vísti úrslitið, at 15 prosent av næmingunum søgdu seg vera fyri happing. Úrslitið í 2015 var 13 prosent og í 2019 11 prosent. Sostatt er talan um eina stóra øking til 17 prosent í 2023. Øll árini hava tað verið somu árgangir, sum eru kannaðir. Kanningin er gjørd fyrst í februar og mars í ár.

Av teimum 17 prosent, sum siga seg verða happað, siga 3 prosent seg verða happað ofta, sum er ein munandi øking, tí bæði í 2019 og 2015 søgdu 2 prosent seg verða happað ofta. Happing er mest í 5. flokki og minst í 9. flokki. Tað er sama mynstur sum í kanningini í 2019. Í 5. flokki siga 24,2 prosent, at tey hava verið fyri happing, í 7. flokki 18 prosent og í 9. flokki er talið á næmingum, sum eru fyri happing, komið niður á 9,1 prosent.

Næmingar verða spurdir um talan er um happing í skúlanum ella flokkinum. Tá ið talan er um happing í flokkinum er fráboðað tvífalt so nógv happing sum í 2019. Vøkstur sæst eisini hjá teimum, sum siga happing vera viðhvørt í flokkinum, frá 13,5 prosent í 2019 til 20,7 prosent í ár. Verða fleiri svarmøguleikar lagdir saman (ja, altíð/ja, sum oftast/og viðhvørt) sær tað sostatt út til, at meiri enn triði hvør næmingur (31,7 prosent) er fyri happing í flokkinum, meðan knappliga fimti hvør (18,3 prosent) upplivdi hetta í 2019.

Tilsvarandi negativa gongdin er í upplivilsunum hjá teimum, sum siga happing ikki ella ongantíð vera í flokkinum. Tey eru nógv færri í ár (28,2 prosent) enn í 2019 (43,1 prosent).  

Talið á teimum, sum ikki vita, um happing er í flokkinum, stendur í stað – umleið 20 prosent bæði árini.

Samanbera vit føroysku tølini við donsk fyri skúlaárið 2022/2023, síggja vit, at í Føroyum eru 67,9 prosent, sum seg siga ongantíð hava verið happað hetta skúlaárið, meðan talið í Danmark er 71,9 prosent.

Eitt av tilmælunum eftir seinastu kanning var, at allir skúlar skulu orða eina trivnaðarætlan. Nýggja kanningin vísir, at meiri enn helvtin av næmingunum ikki vita, hvat ein trivnaðarætlan er, og knappur fjórðingur sigur seg ikki vita, um teirra skúli hevur eina trivnaðarætlan.

Mátin, sum happingin fer fram, flytur seg og broytist, frá at vera sjónlig og týðilig. Saman við øktari vitan um skaðiligu árini av happing flytist mátin at happa uppá. Hetta fremur kodaða atferð, tað er eitt slag av happandi attferð í ótryggum felagsskapum, sum er soleiðis háttað, at tey innlimaður skilja boðskapin, meðan tað kann vera ilt hjá læraranum og onkrum næmingum at gjøgnumskoða hesa møguligu happingina.

- Samanhangskraftin og dynamikkurin í flokkinum eru rakt, og hertil krevst bæði forvitni um ítøkiliga einstaklingin og bólkin og vitan um happing og sosialu mekanismurnar í henni. Soleiðis vil Helle Rabøk Hansen vera við, at útihýsingarmátarnir eru blivnir meira snúðiligir. Í Danmark vísa kanningar soleiðis eina lækking av happing, meðan einsemi er hækkandi. Í Føroyum síggja vit í hesari kanningini bæði øking í happing og lækking í trivnaði. Tá tøgn er um happing, fær happing rúmd, verður skrivað í frágreiðingini.

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur tikið stig til kanningina. Staðið fyri kanningini hava starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya: Erla Olsen, rektari og lektari á Námsvísindadeildini, Katrin av Kák, lektari á Námsvísindadeildini, Annika H. Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og Laufey H. Blaasvær, M.S.sc í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Námsvísindadeildini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.