Tíðindi

17 av 23 lærarum fingið starv

Í juni fingu 28 lærarar prógv; 23 teirra hava søkt lærarastarv, og hjá 17 teirra hevur tað eydnast at fáa starv

1. oktober 2018

Sum skilst kann tað vera ein avbjóðing hjá nýútbúnum lærarum at fáa starv; tað hava vit hoyrt leingi, og tað er fyri summi enn ein veruleiki. Men hjá teimum, ið tóku læraraprógv í juni, er tað eydnast teimum flestu at fáa lærarastarv. 28 tóku prógv, og 23 teirra hava søkt starv. Sekstan teirra hava fingið tíðaravmarkað starv, ein hevur fingið fast starv í miðnámsskúla, og 4 hava fingið vikartímar; hjá onkrum teirra, ið hevur fingið vikartímar, er tað so mikið nógvir tímar, at tað svarar til meiri enn hálvt starv, og onkur teirra, sum virkar sum vikarur, er eisini settur í tíðaravmarkað starv í styttri tíðarskeið í sama skúla. Bara í tveimum førum hava lærarar, sum hava søkt starv, hvørki fingið starv ella vikartímar.

Nógvir av lærarunum hava fingið starv í nærumhvørvinum, men fleiri teirra hava søkt nógv størv, onkur 13 størv og onkur øll størvini, sum vóru leys; tey flestu hava eisini søkt víða, langt burtur frá bústaðnum, og í onkrum føri hava tey fingið starv 50 km heimanífrá, men eru síðan flutt til staðið, har tey hava fingið starv. Summi hava tó verið sera heppin, søkt eitt starv og fingið tað, og onkur einstakur fekk tvey størv í boði.

Fimm lærarar hava ikki søkt starv, tvey teirra fóru í barnsburðarfarloyvi, og hini hava ikki søkt í ár av ymsum orsøkum.

Mynd frá prógvhandanini í juni.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.