Tíðindi

14 umsóknir til 4 leiðslustørv

Fríggjadagin var freistin úti at søkja 4 leiðslustørv í fólkaskúlanum, sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla, Skúlanum á Fossánesi og í Hósvíkar skúla, umframt útoyggjalærari á Kirkju og Hattarvík.

19.05.2020

Starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla er frá 1. august 2020. Tríggjar umsóknir komu inn til tað starvið, og starvið er fast starv. Í Velbastaðar skúla eru 37 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Fýra lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Somuleiðis tríggjar umsóknir komu inn til starvið sum fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi; eisini hetta starvið verður sett frá 1. august 2020. Í Skúlanum á Fossánesi eru 30 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Tríggir lærarar og tveir stuðlar í tíðaravmarkaðum starvi umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Fyrstilærarastarvið í Hósvíkar skúla er tíðaravmarkað skúlaárið 2020-21 og sett frá 1. august 2020. Fimm umsóknir komu inn til tað starvið. Í Hósvíkar skúla eru 8 næmingar í 1. - 3. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Ein lærari umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Tríggjar umsóknir komu til útoyggjalærarastarvið í Kirkju/Hattavíkar skúla, og hetta starvið er eisini tíðaravmarkað; har verða 2 næmingar, ein næmingur í 6. flokki og ein í 8. flokki. Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.