Tíðindi

10. flokkur nógv at siga fyri nógvar næmingar

Fyrimunurin við 10. floks tilboðnum er, at har er okkurt fyri øll, har er einki skúlagjald, so øll hava møguleika at vera við, og so er tað í einum umhvørvi, sum næmingarnir kenna væl og eru tryggir við. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

06.05.2024

Seinastu 15 árini hava í miðal 452 næmingar gingið í 10. flokki kring alt landið; tað er í miðal 62 % av árganginum. Hetta skúlaárið eru 58 % av næmingunum, sum gingu í 9. flokki í fjør, í 10. flokki í ár. Tað er ikki lítil undirtøka, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Tá ið vit hugsa um, at næmingar eftir 9. flokk hava nógvar skúla- og arbeiðsmøguleikar, bæði í Føroyum og uttanlands, so hevur 10. flokkur enn góða undirtøku millum næmingar. Hetta skúlaárið hevur nógv at siga fyri nógvar næmingar. Fyrimunurin við 10. floks tilboðnum er, at har er okkurt fyri øll, har er einki skúlagjald, so øll hava møguleika at vera við, og so er tað í einum umhvørvi, sum næmingarnir kenna væl og eru tryggir við.

Tað er sjón fyri søgn, at teir skúlar, sum hava lagt nógv fyri at gera 10. floks tilboðið viðkomandi, fjølbroytt, áhugavert og spennandi, fáa nógvar næmingar at velja 10. flokk. Seinastu nógvu árini eru skúlar og skúlaøki gingin saman um 10. flokk. Eindir eru stovnaðar innan fyri kommunumark og tvørtur um kommunumark – alt fyri at savna fleiri næmingar, sum ger tað møguligt at fáa tilboðið so gott og fjøltáttað sum til ber. Og skúlar hava dugað væl at gera spennandi tilboð, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Flestu skúlar leggja nógv fyri at skapa samstørv við aðrar skúlar. Tað eru skúlar, sum samstarva um fleiri breytir ella ávísar breytir og sum duga at gagnnýta orkuna og møguleikarnar á staðnum. Eftir mínum tykki eru allir skúlar áhugaðir í at hava eitt so gott, áhugavert og spennandi tilboð til henda árgangin, sum til ber, tí eru flestu skúlar farnir at samstarva við aðrar skúlar um 10. flokk, og hendan møguleikan eiga allir skúlar at vera eggjaðir til at royna enn meira. 10. flokkur er mest sum hugsaður av nýggjum, tí fangar tilboðið ikki, so velja næmingarnir tað ikki – so einfalt er tað. Við at skúlar samstarva,  verður næmingagrundarlagið størri, tímajáttanin veksur, og tað eru fleiri lærarar, og tað letur upp fyri nógvum møguleikum at skipa fjøltáttað tilboð. Tað er eitt minstamark av næmingum, sum skal til, um mann skal gera onkra ávísa breyt og geva næmingunum fleiri at velja ímillum. Tá næmingarnir kunnu velja eftir sínum áhuga og hava tíð at hugsavna seg, so síggja vit, at tey trívast og læra. 

Ein stórur fyrimunur við 10. flokki er, at næmingarnir kenna skúlaumhvørvið frammanundan. Karmarnir eru kendir, lærararnir og næmingarnir somuleiðis. Líka so umráðandi er at hava sosialiseringina og búningina hjá næmingunum fyri eyga hetta skúlaárið, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Summir næmingar hava brúk fyri hesum árinum at búnast og mennast og gerast til reiðar at taka stigið víðari í skúlaskipanini ella fara út í arbeiðslívið. Hjá nógvum teirra er tað ein vinningur at gera tað í kendum og tryggum umhvørvi. At tað ikki er so nógv ok av avrikan ella pensum og námsætlanarkravi í 10. flokki, sum tað annars er í skúlanum, ella um tú fert í miðnám ella læru, er eisini gott fyri nógvar næmingar. Næmingar kunnu velja sær eina breyt, sum svarar til áhugamál ella ítriv, bæði verkligt, handaligt ella fakligt, og hetta fyllir stóran part av skúladegnum. Hetta árið kann veruliga gera mun hjá nógvum, tá ið talan er um persónliga menning og búning í felagsskapinum – og eisini fakliga menning. Eitt ár uttan stórvegis trýst hevur nógv at siga, tí sama hvar tú fert aftaná, so vaksa krøvini, sum verða sett tær so ella so. At brúka tíð saman við javnaldrum, sum tú kennir, er eisini sera umráðandi fyri at blíva partur av felagsskapinum og so ikki minst at sleppa at fáast við tað, sum tú tímir. Tað kann so nógv gott koma burtur úr einum skúladegi, har tú sleppur at gera tað, tú tímir væl, heldur enn at gera tað, sum tú skalt, tí námsætlan, pensum ella próvtøkur stýra. Avrikini hetta síðsta fólkaskúlaárið kunnu vera av øðrum slagi, og hesum læra næmingar eina rúgvu av.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.