Tíðindi

10. flokkur er ein týdningarmikil steðgur, halda ung

Tað eru framvegis nógv, sum velja 10. flokk, væl fleiri í Føroyum enn uttanlands. Í fjør valdu 46,2 prosent av 9. floksárganginum í Danmark 10. flokk, samanborið við meiri enn 60 prosent í Føroyum, og tað er fleiri samanborið við undanfarnu ár. Danski kanningarstovnurin Eva hevur kannað, hvat tað er, sum ger, at ung velja 10. flokk

15. mars 2019

Danski kanningarstovnurin, Eva, hevur síðan 2016 fylgt einum árgangi av ungum í skiftinum frá grundskúla til miðnám ella annan skúla. Kanningarnar vísa, at ein frágreiðing til áhugan fyri 10. flokki kann vera, at 10. flokkur verður hildin at vera ein góðtikin steðgur frá einum støðugt øktum trýsti í útskúlingini. Eitt trýst, sum tekur støði í upplivingini av at skula velja rætt fyrstu ferð, men sum eisini snýr seg um økt faklig krøv, metingar um, hvørt tú ert til reiðar at fara undir útbúgving, væntanir frá foreldrum, krøv um at avrika og so ein iva um tann grundleggjandi spurningin: Hvør eri eg? Hvørjum havi eg áhuga fyri? Hvat dugi eg? Nógv ung halda, at teimum tørvar tíð at fáa greiðu og svar.

- Nógv av teimum ungu siga, at tey velja 10. flokk, tí tey ikki meta seg til reiðar at fara víðari í útbúgvingarskipanini. Teimum tørvar ein steðg, og tey hava eina væntan um, at 10. flokkur fer at gera tey ”meiri til reiðar”, sigur Camilla Hutters, deildarstjóri í EVA.

Kelda: eva.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.