Tíðindi

10. flokkur byrjanin til eina virkna framtíð!

Áhugin fyri 10. flokki í Tórshavnar kommunu er stórur. Í ár eru ikki færri enn 232 næmingar, sum er met.

15.04.2024

Í Nám X, sum er 10. flokstilboðið í kommununi, er greiða fatanin tann, at 10. árið er eitt ár, har næmingarnir mennast nógv sosialt, meðan teir eisini hava høvi at royna seg handaliga og kreativt á teimum nógvu breytunum, sum Nám X hevur at bjóða teimum, umframt í lærugreinum, ið tey velja sær.

Í Skúlablaðnum, sum júst er komið, er umrøða eftir Eyðnu Magnussen, skúlastjóra í Eysturskúlanum um Nám X. Hon sigur í umrøðuni, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at Nám X verður ment.

- Leiðslan í Nám X hevur alla tíðina verið tilvitað um týdningin av at samstarva út úr skúlanum við viðkomandi skúlar og stovnar. Ein partur av konseptinum er at gera næmingar tilvitaðar um verðina uttan fyri skúlastovuna; at Nám X er byrjanin til eina virkna framtíð, sum krevur nøkur val, og valið er lættari, tá ið næmingar hava sæð og virkað í øðrum samanhangum enn í eini skúlastovu.

Nám X samstarvar við m.a. Vinnuháskúlan, Glasir, KT-vinnuna, Ferðavinnuna, Umsorganartænastuna og ÍSF, og til komandi skúlaár arbeiða vit við einum nýggjum samstarvi.

- Sum part í menningini av Nám X var leiðslan í Eysturskúlanum og Nám X boðin við til eina norðurlendska ráðstevnu, sum snúði seg um at skipa tilboð fyri ung og vaksin í útjaðarasamfeløgum. Hetta var í november 2023. Leiðin gekk til Skellefteå í Svøríki, har øll Norðurlond og eisini Skotland og Írland vóru umboðað. Umframt at sleppa at greiða frá, hvussu vit skipa okkara skúlatilboð, Nám X, og harvið deila hugskot og tær góðu søgurnar við onnur, sum takast við tað sama, so fingu vit eisini íblástur til at skipa okkurt øðrvísi hjá okkum og eisini íblástur til nýhugsan, sum er sera týdningarmikið fyri Nám X.

Eitt evni, sum fylti nakað á ráðstevnuni, vóru tilflytarar. Hvussu fáa smá samfeløg loftað tilflytarunum, so tey gerast eitt tilfeingi fyri tað samfelagið, sum tey flyta til. Skellefteå liggur í Vasterbotten, og hetta økið hevur havt sera stóra tilflyting seinastu árini orsakað av, at tað er har, at battarí til el-bilar, ur o.a verða framleidd. Økið hevur tí valt at útbúgva tilflytarar til vælferðarøkini – skúla og heilsuverk.

Kanningar vísa, bæði her hjá okkum og í londunum rundan um okkum, at nógvir næmingar eru als ikki búnir at taka eitt væl skikkað val fyri framtíðina aftan á 9.flokk. Tey velja ofta skeivt, og tískil er eitt breitt og gott 10. flokstilboð eitt sera gott alternativ fyri tey.

- Við tí vitan vit hava um, at tey ungu kenna seg trýst, fyrst og fremst av sær sjálvum og væntanum frá øðrum, høgu ferðini í gerandisdegnum og góð próvtøl, so er 10. flokkur eitt legitimt stað, har tey ungu fáa tíð og loyvi at samla tankarnar og fáa friðin at búnast. Næmingarnir fáa við 10. flokki eitt øðrvísi skúlaár og eina øðrvísi fatan av, hvat skúli eisini kann vera.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.