Tíðindi

1,8 milliónir krónur til royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum

Í skúlaárinum, sum júst er byrjað, fáa 27 verkætlanir stuðul, nógv tær flestu verkætlanir í sambandi við kreativu og handaliga lærugreinirnar og rørslu.

14-09-2022

Í ár eru teir 14, og í fjør vóru teir 17 skúlar, sum fingu játtað tímar til ávikavist 27 og 24 verkætlanir av játtanini til royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum. Nógvir av skúlunum, sum søkja Undirvísingarstýrið um at sleppa undir royndar- og menningarvirksemi, ganga aftur.

Nógv tann størsta verkætlanin í ár eins og í fjør er royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi á Skúlatrøð í Klaksvík. Henda verkætlanin fær 900 klokkutímar, tað sama sum í fjør. Næststørsta verkætlanin fer fram í Eysturskúlanum í Havn og hevur við lærarasamstarv eftir PLF-arbeiðsháttinum at gera; henda verkætlanin fær 700 tímar. Ein onnur verkætlan av sama slagi fer fram í Hoyvíkar skúla; henda verkætlanin fær 500 tímar. Nógv tær flestu verkætlanirnar, ið fáa játtað tímar í ár, hava við kreativu og handaliga lærugreinirnar og rørslu at gera; hesar eru 14 verkætlanir, og tær fáa gott 2300 tímar av teimum í alt gott 6200 tímunum, sum eru játtaðir.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum umsitur játtanina við royndar- og menningarvirksemi; í ár er játtað fyri 1,8 milliónir krónur. Fyri tveimum árum síðan tók Uttanríkis- og mentamálaráðið avgerð um at skipa royndar- og menningarvirksemið eftir nýggjum leisti við at raðfesta fimm øki. Økini eru kreativu og handaligu lærugreinirnar og rørsla, verkætlanir, trivnaður millum næmingar og at steðga happing, skúlanoktan, talgildu førleikarnir og felags ráðlegging og lærarasamstarv. Skúlar kunnu søkja um at sleppa undir royndar- og menningarvirksemi innan onnur øki, og sum tað sæst á yvirlitinum yvir játtaðar umsóknir í ár, so hevur ein minni verkætlan innan serøkið fingið tímar.

Sambært Undirvísingarstýrinum hava verkætlanirnar, ið fáa játtað tímar av játtanini til royndar- og menningarvirksemi, til endamáls at stuðla stignum at royna nýggjar leiðir innan undirvísing. Talan kann verða um at royna og menna ymisk námsfrøðilig átøk og amboð, sum skúlin heldur kunnu verða ein hjálp ella leið at fremja eina holla undirvísing. Átøkini kunnu fata um menningarætlan fyri skúlan sum heild, fyri flokkar ella næmingarbólkar.

Sum meginregla fevnir ein royndarverkætlan yvir trý skúlaár; talan kann eisini vera um styttri tíðarskeið. Hóast tað skulu skúlar søkja eftir tímum á hvørjum ári. Tá ið talan er um framhald av eini verkætlan, skal eftirmeting fyri farna árið fylgja við umsóknini frá skúlanum.

Álagt verður eisini skúlunum at gera ávegis eftirmeting, at lata landsstýrismanninum eftirmeting og niðurstøðu hvørt ár, verkætlanin varir, og endaliga frágreiðing, tá verkætlanin er liðug.

Myndin lýsir royndarverkætlanina í Skúlanum á Argjahamri, ið hevur til endamáls at styrkja talgildu førleikarnar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.