Tíðindi

Útiøkið við Skúlan á Fløtum serstakt

Í nýggjasta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum, er nógv gjørt burtur úr útiøkinum til næmingarnar, og tað kann ikki sigast annað enn, at tað er serstakt.

04-10-2021

Elstu næmingarnir hava eitt nú útiøki uppi á takinum, og rundan um skúlan eru ymisk øki. Í byggitilgongdini hava tey roynt at hava alt uttanduraøkið liðugt, tá ið skúlin var tikin í nýtslu í fjør. Hetta eydnaðist lutvíst. Tað, sum ikki var liðugt, planting av trøum og runnum umframt gummiálegging, bíðaði eftir góðveðri og játtan. 

- Eini 40 prosent av gummiáleggingini var liðug, tá ið vit fluttu inn. Í vár var tað seinasta gjørt. Plantingin er framvegis ikki sett í gongd. Tað er harmiligt, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

Spæliplássið til næmingarnar er skipað í deildir. Suðursíðan er eftirgjørt spælipláss við vallum, reiggjum, dandum, klatritornum og øðrum, sum er vanligt á einum spæliplássi. Norðursíðan er partvíst eftirgjørt spælipláss við klatritorni, smáttum og øðrum; her heldur fyrsti flokkur til. Restin av plássinum á norðursíðuni er natúrligt, har skúlin hevur lagt seg eftir at endurskapa eina viðarlund við haga og gróti, har tað ber til at klintra.

Trø eru plantað á einum minni øki, men tað tekur tíð, til viðarlundin er fullvaksin; øki er eisini sett av til at velja epli, røtur, kál og rabarbur. Í undirvísingini í náttúru og tøkni fara næmingar at kunna seta niður og taka upp, ikki soleiðis at tað verður ein framleiðsla í sjálvum sær, men tó so mikið, soleiðis at teir sleppa at royna hetta, gera okkurt burturúr og taka okkurt heim við.

Eitt lítið øki á suðursíðuni er natúrliga eftirgjørt. Hetta er hella. Íblásturin at brúka helluna kom, tá ið gamli kommunuskúlin var umvældur og gjørdist til Finsen; tá ið skúlagarðurin har var grivin upp har, komu tey niður á hellu, sum er eitt spælipláss í sjálvum sær. 

- Hella er væl umtókt spælipláss. Ikki minst um veturin, tá ið kavi er. Tá verður tað brúkt til kavakríggj.

Skúlin á Fløtum liggur í einum sløttum øki, har vindur og ljós koma úr øllum ættum. Enn er einki plantað á suðursíðuni. Lívd skal gerast við runnum og onkrum, sum er eitt sindur hægri.

- Vansin við hesum økinum er, at vindurin hevur fría atgongd; um veturin er nógvur vindur. Tað tekur tíð at seta runnar og trø niður at gera lívd. Vit eru í gongd, og um eini 20 ár er góð lívd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.