Tíðindi

Óðamannaverk at avtaka týskt sum upptøkukrav til miðnám

Tað heldur Maria Heradóttir, ritstjóri á Námi og M.A. í týskum og enskum, sum hevur tikið stig til at savna inn undirskriftir, soleiðis at týskt ikki enn einaferð verður slept sum upptøkukrav til miðnám

7. januar 2020

Nógv fólk hava skrivað undir, og Maria Heradóttir vónar, at enn fleiri velja at seta navn sítt undir, áðrenn hoyringin av uppskotinum er liðug 13. januar. Í grein, hon hevur skrivað um málið á bólkinum Fremmandamál í skúlaverkinum á Facebook, sigur hon, at ætlanin at avtaka týskt sum upptøkukrav byggir á skeivt grundarlag.

Upprunaliga avgerðin at seta týskt sum upptøkukrav snýr seg um at styrkja næmingar málsliga í førleikanum at ogna sær mál og er ikki eitt krav um at hava týskt á miðnámi. Týskt sum upptøkukrav náddi tó ongantíð at verða framt í verki, og snýr málið seg tí um at halda fast í upprunaligu breytaskipanini frá 2013 uttan broytingar, nú ætlanin er at avtaka kravið aftur. Málið er til hoyringar fram til 13. januar 2020.

Á verandi breytaskipan er upptøkukravið til hugbreytina slept, sum fyrr var galdandi í gomlu gymnasialu skipanini á málsligu deild. Til samanberingar er alis- og evnafrøði framhaldandi galdandi sum upptøkukrav á náttúrubreytini, sum fyrr var matematiska deild. Henda skeiklingin má elva til misjavnar breytir.

Næmingar á náttúrubreytini hava sostatt enn havt alis- og evnafrøði í fólkaskúlanum fyri at sleppa inn, meðan næmingar nú sleppa á hugbreytina uttan at hava havt týskt (ella latín) í fólkaskúlanum. Hetta ger, at flest allir næmingar velja alis- og evnafrøði í fólkaskúlanum, meðan fráfallið í týskum er stórt, tí tað tænir næmingunum líka so væl at byrja frá botni á miðnámi í staðin. 

Við breytaskipanini frá 2013 eru færri møguleikar at velja fremmandamál enn í undanfarnu skipan. Øll fremmandamál, íroknað danskt, hava verið fyri risastórari afturgongd, enskt undantikið. Sama tíðarskeið hava lærarar sæð eitt fallandi støði í øllum fremmandamálum. Orsøkin er sambært teimum, at næmingar hava ikki longur sama málsliga førning við sær á miðnám sum áður.

Skúlaskipanin frá fólkaskúla til miðnám er í dag soleiðis háttað, at næmingar nýtast ikki at læra nýggj fremmandamál eftir 4. flokk. Í dag taka yvir 60% av øllum føroyskum studentum prógv í bara tveimum málum, sum er føroyskt og enskt. Sostatt líkjast vit nú meir og meir íslendingum, sum ikki longur megna at samskifta við sínar norðurlendsku ættarbrøður á øðrum máli enn enskum. Samstundis er førleikin í føroyskum eisini viknandi, m.a. tí vit ikki hava onnur mál at spegla okkum í enn enskum.

Áhugavert er, at samstundis sum altjóðagerðin otar seg meir og meir inn á okkum, minka vit um okkara málsligu førleikar og innlit í mentanarviðurskifti (dannilsi), sum nettupp fremmandamálini kunnu bjóða fyri at fóta sær í altjóðasamfelagnum í framtíðini. 

Í fólkaskúlanum er nógv mótstøða móti týskum. Tímatalvan er ov trong og pláss er í veruleikanum ikki fyri vallærugreinum, sum stórt sæð bara eru til á pappírinum. Skúlar eru í tí støðu, at teir kunnu ikki bjóða øllum næmingum hóskandi tilboð – alt frá bókligum til handaligar vallærugreinar. Nógvir næmingar eru við sviðusoð, og tí er mótstøðan eisini skillig.

Tað er tó ikki lærugreinin týskt, sum fær skógvin at klemma. Lærugreinar hava allar eitt virði í sjálvum sær, og tí kann týskt hvørki setast fram um ella aftur um aðrar. Stríðið snýr seg í veruleikanum um óloysta trupulleikan við vallærugreinum og lærugreina- og tímabýtið í síni heild. Allarhelst má innihaldið skipast øðrvísi ella okkurt strikast, men tað krevur aftur, at onkur tekur stórar avgerðir.

Lærugreinin týskt svíður enn einaferð fyri at vera kastibløka og syndabukkur í einum stríði, sum snýr seg um annað og meir enn hesa lærugrein. Okkum tørvar at seta út í kortið, hvør politiska kósin skal vera viðvíkjandi fremmandamálum. Meina vit, at fremmandamál eru ikki neyðug at duga longur, eiga vit at staðfesta tað og leggja eina greiða kós hareftir. Tørvar okkum hinvegin førleikar í fremmandamálum og innlit í mentanarviðurskifti at standa okkum við sum eitt upplýst fólk í altjóðagerðini, er tað tað, vit mugu staðfesta. Her skulu eisini stórar avgerðir til, sum liggja á láni.

Strika vit týskt sum upptøkukrav á miðnámi, eiga vit samstundis at avtaka týskt í fólkaskúlanum. Gera vit tað, velja vit samstundis at leggja fremmandamálslærugreinar á miðnámi á byrjanarstøði burturav, at taka neyðugan forkunnleika frá næmingunum og harvið at geva teimum verri fortreytir at ogna sær mál. Í tí ljósinum er tað eisini viðkomandi at umhugsa at avtaka fremmandamálsliga profilin á hugbreytini. Einki er tó so ringt og niðurbrótandi, sum at einki hendir. Breytaskipanin skuldi endurskoðast í 2016, men enn eru ongar ábøtur gjørdar viðvíkjandi fremmandamálum enn royndin at gera týskt til upptøkukrav, sum nú kanska ikki verður til nakað kortini.

Ætlanin er at fara undir at fyrireika eina politiska viðgerð av málinum um fremmandamálsundirvísing í síni heild. Tað er kærkomið, men fer tó at taka sína tíð og lovar hvørki bót ella bata. Øll, sum leggja í, vita, at higartil hevur støðan staðið við og er versnað í skjótt sjey ár. Vit vita, at hesi árini eru fremmandamálini fánað burtur í einki. Týskt sum einasta framhaldsmál á miðnámi í Føroyum hevur ilt við at hóra undan og er helst bert til av reinari idealismu. Eftir sjey ára afturgongd, er tí eingin tíð eftir at geva av, til fremmandamálini bert ana ella eru heilt burtur av sær sjálvum. Tað er tí óðamannaverk nú at avtaka týskt sum upptøkukrav og í staðin seta eina størri politiska viðgerð í verk fyrst.

Málið um fremmandamálini hevur eitt samfelagskjak uppiborið við kvalifiseraðum íkasti umframt holla politiska viðgerð, ikki tekniskar lappaloysnir. Lat lærugreinina týskt tí verða verandi upptøkukrav á í minsta lagi hugbreytini, til málið er væl og virðiliga viðgjørt.

Vilt tú skriva undir skrivi, ber til at seta navn títt undir sum viðmerking í facebook-bólkinum “Fremmandamál í skúlaverkinum”. Tey, sum ikki eru á facebook, kunnu biðja onnur gera tað fyri seg.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.