Tíðindi

Í skúla aftur við frástøðu og leiðreglum

Nú skúlarnir lata upp aftur, eru leiðreglur gjørdar at fyribyrgja smittuspjaðing og at tryggja ein góðan skúladag, hóast koronasmitta enn ger um seg. Skúladagurin verður frá 8 til 12.

16. apríl 2020

Mánadagin 20. apríl lata fólkaskúlar dyrnar upp fyri næmingum í forskúla og 1., 2. og 3. flokki. Tá hava næmingarnir ikki verið í vanligum skúla í 5 vikur. Í sambandi við upplatingina eru leiðreglur gjørdar fyri at avmarka smittuspjaðing. Leiðreglurnar eru gjørdar í samstarvi millum heilsumyndugleikarnar og Arbeiðseftirlitið, sum umsitur koronaráðgevingina. Føroya Lærarafelag hevur fingið høvi at viðmerkja leiðreglurnar.

Í leiðreglunum verður sagt, at upplating er varlig.

- Tað, sum riggar best, er, at øll fólk, sum hava sína gongd í skúlum, vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin og møguliga nýta handspritt aftaná eisini. Harumframt ávirkar annar persónligur atburður eisini smittuvandan.

Lýst verður í leiðreglunum, hvørji sjúkueyðkenni gera seg galdandi, um talan er um korona, og hvussu sjúkan smittar. Sagt verður eisini, at royndir higartil benda á, at børn einans fáa mild sjúkueyðkenni, og at børn ikki eru ein stór smittukelda.   

Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki fara í skúla.

Eru starvsfólk ella næmingar sett í sóttarhald, skulu tey ikki møta aftur fyrr enn heilsumyndugleikarnir hava givið tilsøgn um hetta – vanliga 14 dagar eftir at viðkomandi fekk ávíst virussmittuna. 

Er starvsfólk ella næmingur partur av einum húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest coronavirus, skal viðkomandi eftir galdandi mannagongd í sóttarhald og kann tí ikki koma í skúla. Tá viðkomandi er loystur úr sóttarhaldi, kann hann koma aftur í skúla. 

Fáa starvsfólk ella næmingar á stovninum staðfest koronavirus, skal leiðslan herða eftiransnið við sjúkueyðkennum hjá starvsfólkum og næmingum.

Í leiðreglunum verður eisini tilskilað, hvørji eru í serligum vanda, um sjúka verður staðfest.

Yvirskipað um tað at arbeiða smittufyribyrgjandi verður víst til tilmæli, sum heilsumyndugleikarnir longu hava víst á viðvíkjandi handreinføri, spritting og annað. Um ein ikki hevur atgongd til vatn og flótandi sápu, eitt nú tá ein er á útferð, kann ein nýta vátserviettar, sum ikki fara illa við hondunum. Tað verður mælt til at vaska hendurnar við vatni og flótandi sápu, so skjótt sum møguleiki er til tess. 

Virus tolir illa sóttreinsan við alkoholi (tað viðmælta er ethanolbaserað alkohol 70-85% v/v 1-3% av glyseroli latnum útí), og tí verður handspritt nýtt til at fyribyrgja smittu. Tá ið sóttreinsanarevni so sum handspritt verða nýtt, doyr virusið. Handspritt fyribyrgir einans smittu, um hendurnar eru sjónliga reinar og turrar.

Koronavirus smittar fyrst og fremst við kontaktsmittu. Tá ið fólk nerta við yvirflatur ella t.d. taka í hondina á hvørjum øðrum, kunnu smittuevnini verða førd víðari. Smittuevnini kunnu eisini verða førd víðari við dropunum/sirminum, ið stendst av at hosta/njósa, og sum kann seta seg á yvirflatur og ting, sum onnur síðani nerta við. Dropar, ið standast av at hosta ella njósa, falla skjótt niður og fara vanliga ikki longur enn tveir metrar burtur frá fráfaringarstaðnum. Tí verður viðmælt, at tað vanliga verður hildin ein frástøða á tveir metrar ímillum fólk, til tess at fyribyrgja smittu.  

Einki krav verður sett til, hvussu nógv fólk kunnu vera í skúla samstundis. Tað er tó eitt krav um, at borð og stolar verða stillað soleiðis upp, at tað eru tveir metrar ímillum hvørt, til tess at fyribyrgja smittuspjaðing, meðan næmingarnir í longri tíðarskeiðum sita við síðuna av hvørjum øðrum. 

Møguleikarnir fyri at innrætta stovurnar/hølini eru tí avgerandi fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera savnað. Meginreglan er fyri, hvussu nógvir næmingar rúmast í einum flokshøli er, at hvør persónur skal hava áleið 4m2 í part. 

Tað kann gerast neyðugt at býta næmingarnar sundur í smærri bólkar, ella at dagurin verður skipaður soleiðis, at næmingarnir ikki eru í skúla samstundis, til tess at tryggja frástøðu.

Viðvíkjandi spæli uttan fyri skúlatíð verður tað viðmælt, at so fá børn sum gjørligt spæla saman, og at tey spæla saman við teimum børnunum, sum tey frammanundan ganga í flokki saman við.

Onnur fyribyrgjandi tiltøku eru eisini, at foreldur ella onnur, ið fylgja børnum, ikki savna seg saman við inngongdirnar til skúlan. Hetta kann verða gjørt við, at næmingar verða settir av ymisk tíðspunkt.

Um tað er gjørligt, so skulu næmingar verða settir av við inngongdirnar til skúlan.

Sum heild skulu fólk ikki koma í fysiskt samband, tætt og langligt samband við onnur, taka í hondina á øðrum ella klemmast við øðrum enn teimum, sum tey búgva saman við. 

Mælt verður frá at hava stórar samkomur – eitt nú morgunsang og annað, har fleiri flokkar savnast saman. Tað verður mælt til, at flokkar verða býttir sundur í smærri bólkar, sum fylgja ymiskum tíðum fyri, nær teir møta í skúla, nær teir hava matarsteðg, fríkorter o.s.fr. Soleiðis kann ein syrgja fyri, at tað ikki savnast nógvir næmingar um somu tíð á sama staði.

Lærarar skulu koma til næmingarnar í flokkunum – næmingar skulu ikki skifta stovu.

Tá ið starvsfólk fundast, skulu tey halda reglurnar um tveir metur fjarstøðu sínámillum. Annar fundarmáti er umvegis video/telefon.

Tað skal verða tryggjað, at næmingar og starvsfólk hava lætta atgongd til vøsk við vatni, flótandi sápu og einnýtishandklæðum. Um atgongd ikki er til eitt vask í lærarastovuni, kunnu íløt við handspritti verða sett fram har, sum tey ikki bróta reglurnar hjá brunaumsjónini, ella gera seg inn á trygdina hjá børnum o.a. líknandi.

Undirvísingin skal verða løgd soleiðis til rættis, at hon í størstan mun gongur fyri seg uttandura, um veðrið er til vildar.

Ávísar lærugreinar skulu verða greiddar úr hondum munandi øðrvísi enn áður. Ítróttartímarnir skulu verða hildnir uttandura og skulu ikki fevna um ítróttargreinar, har næmingar koma í fysiskt samband við hvønn annan.

Tað kann vera neyðugt at strika lærugreinar, um tað ikki ber til at halda tær omanfyrinevndu leiðreglurnar. Um so er, so kann tað verða undirvíst í øðrum lærugreinum í staðin fyri.

Næmingar skulu verða eggjaðir til einans at fylgjast við teimum somu næmingunum, sum teir eru í bólki saman við, bæði meðan teir eru í skúla og uttan fyri skúlatíð.

Um leikur ella serlig amboð verða brúkt í flokkum, skulu tey verða vaskað fleiri ferðir um dagin. Leikur, sum ikki kunnu vaskast, skulu ikki verða nýttar, fyrr enn vunnið er á koronavirusfarsóttini.  Teldlar skulu helst verða turkaðir við sprittserviettum fleiri ferðir um dagin, og ímillum hvørja ferð teir verða nýttir. Um tað letur seg gera, so skulu børnini ikki deilast um teldlarnar. Letur tað seg ikki gera, so skulu bara nøkur fá børn deilast um tann sama teldilin. Hendurnar skulu vaskast bæði áðrenn og eftir nýtslu. Knappaborð og mús til teldu skulu dagliga verða vaskað við einnýtislappum, sum reingeringarevni er latið í. Hendurnar skulu vaskast áðrenn og aftaná, at músin og knappaborðið verður nýtt. Borð og kontaktpunkt skulu verða vaskað og sóttreinsað minst tvær ferðir um dagin. Sum dømi kunnu nevnast kranar, knøtturin á vesikummuni, vesikummusetur, borðyvirflatur, handtøk, køliskápslúkur/handtøk, rimaverk, stólarmar, kontaktir o.s.fr.  Baðirúm skulu verða vaskað minst tvær ferðir um dagin. Vesikummusetur skulu verða vaskað og síðani avsprittað við 70-85% sjúkrahússpritti minst tvær ferðir um dagin. Ruskíløt í flokshølum og á vesum skulu verða tømd, áðrenn tey eru ordiliga full og minst eina ferð um dagin.

Øll skulu vaska hendurnar væl og virðiliga bæði áðrenn og eftir, at matgjørt verður, meðan maturin verður borðreiddur og eisini í sambandi við sjálva etingina. Harumframt verður mælt til, at øll sita við góðari frástøðu til hvønn annan, meðan tey eta, at sjálvtøkuborð ikki verða nýtt og so framvegis.

Í leiðreglunum verður eisini lýst, hvussu frítíðartilboðini eiga at verða skipað. Leiðreglurnar enda við óttanum, sum nógv starvsfólk ivaleyst hava.

- Fyri tíðina er støðan í samfelagnum merkt av ótta um farsóttina og koronavirusið. Hetta ávirkar okkum øll. Tað er natúrligt at kenna økta strongd í slíkum førum, og tað hevur týdning, at vit øll ansa eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum. Meginparturin av teimum smittaðu fáa milda krímsjúku, meðan lutvíst fá fólk gerast so álvarsama sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. Royndir higartil benda á, at børn fáa mild sjúkueyðkenni. Tað hevur týdning, at leiðslan á stovninum tosar við starvsfólk og næmingar um tann natúrliga óttan.

Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini ber til at seta seg í samband við Coronaráðgevingina á telefon 304040 (coronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.