Leys størv

Í Kollafjarðar skúla eru hesi lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2020/2021:

 

1 fast starv

1 tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal og avlopstímar

Størvini vera sett frá 1. august 2020.

Skúlin hevur tørv á at seta lærarar, ið kunnu undirvísa á ymsum floksstigum. Vit sóknast eftir lærarum við ymiskum førleikum, herímillum við linjugreinalestri í donskum og ítrótti. Eisini hava vit tørv á fólki, ið kann undirvísa í kristni, søgu/samtíð, landafrøði og samtíðarkunning í mið- og hádeild. Harumframt sóknast vit eftir lærara, ið vil átaka sær at vera flokslærari.

Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir, nærlagdir, duga og vilja samstarva og samskifta og eru fakliga dugnaligir.

Í Kollafjarðar skúla leggja vit dent á ábyrgd og yrkisføri, umframt at vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum. Vit ynskja at seta lærarar, sum áhaldandi vilja menna seg sjálvan, ikki ræðast nýggjar avbjóðingar og seta tollyndi í hásæti.

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Kollafjarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9 árgangum. Vit arbeiða í trimum deildum við einum læraratoymi í hvørjari deild.

Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár umleið 115 næmingar í 1. til 9. flokki.

Uml. 15 lærarar fara at starvast í skúlanum.

---

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2020 kl. 12:00.

Umsóknin verður send sum teldupostur til: jon.hojsted@skulin.fo ella kol@skulin.fo.

Umsóknin kann eisini sendast við posti á hesa adressu:

Kollafjarðar skúli

Botnavegur 2

FO-410 Kollafjørður

att.: Jón Højsted, skúlastjóri

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jón Højsted á telefon 21 14 87.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.