Tíðindi

Í Kollafirði styrkja tey lesihugin hjá næmingum

Í Kollafjarðar skúli er frílesing á tímatalvuni eina ásetta tíð á degnum hvønn dag eitt tíðarskeið. Endamálið er eitt nú at styrkja lesihugin hjá næmingum.

15. august 2019

Gunnvá Dam er lærari og lesivegleiðari í Kollafjarðar skúla. Hon greiðir frá:

- Tað eru nú meira enn 2 ár síðan, at ein serlærari og eg fóru at tosa um, at børnini ikki dugdu nóg væl at lesa; vit hildu ikki, at tey lósu nóg nógv, og tað sóu vit aftur í lesiroyndum. Tey lósu ikki heima, ikki í frítíðini og ikki aftan á skúlatíð. Serliga tey í miðdeildini og elstu deild góvust at lesa. Vit settu okkum so spurningin, um vit sum skúli kundu gera okkurt við hetta, hóast tað merkti, at vit í eina ávísan mun tóku ábyrgdina frá foreldrunum, sum jú høvdu havt ábyrgdina at syrgja fyri, at tey lósu heima í uml. 20 min. um dagin. Vit tosaðu leingi um fyrimunir og vansar, og løgdu tað síðan fram fyri leiðsluni og á námsfrøðiligum fundi, har vit vórðu samd um at fáa lesiband á tímatalvuna, soleiðis at vit tryggjaðu okkum, at børnini lósu hvønn dag. Vit vildu, at tað skuldi kennast púra natúrligt fyri næmingarnar at lesa, tá klokkan var eitt ávíst.

Tey valdu at taka 20 min. av tí mittasta blokkinum mánadag, týsdag, mikudag og hósdag til lesing frá kl. 11.00-11.20. Hetta hevði við sær, at leiðslan legði høvuðslærugreinarnar hasar tímarnar; føroyskt, danskt, enskt ella støddfrøði, so ikki sama lærugrein varð rakt hvørja ferð. Fyri at hava fyrilit fyri ymsu lesiførleikunum, skipaðu tey átakið ymiskt frá deild til deild; t.d. lósu tey í yngstu deild, serliga 1. flokki, á ein øðrvísi hátt.

Lærarin las fyri teimum, ella lósu tey heima saman við foreldrunum og fortaldu síðan hinum í flokkinum um tað, tey høvdu lisið. Í miðdeildini valdu tey sær eina bók og lósu í 20 min, meðan tey í elstu deild, umframt bókina, høvdu eina loggbók, sum tey brúktu tveir minuttir at svara nøkrum spurningum um tað, tey høvdu lisið.

Eftir at hava roynt skipanina við lesibandi í eitt hálvt ár, hildu tey, at okkurt kundi gerast betri. Serliga var tað í miðdeild, at fleiri næmingar høvdu lyndi til at órógva onnur, meðan lesiløtan var.

- Heldur ikki var lætt at halda skil á, hvat tað var, tey lósu, og um tey skiltu tað, sum tey lósu. Eftirmetingin í elstu deild vísti, at næmingunum dámdi sera væl henda háttin at lesa og skriva í loggbók, so vit gjørdu av at royna hetta í miðdeildini eisini; at skipa tað enn meira. Tað er so, at hóast lesibandið er lagt inn í tímatalvuna, so hava vit av og á smáar steðgir á uml. 2 vikur, har vit so eisini eftirmeta, tí tað meta vit hevur týdning.

Tá talan er um eftirmeting, nevnir Gunnvá, at hon allarfyrst eftirmetir lesing og lesigongd sum heild saman við lærarum, men at lesibandið verður eftirmett á námsfrøðiligum fundi, á toymisfundi, saman við leiðsluni og í førleikastovuni. Hon nevnir eisini, at tá eftirmett verður, koma ofta kritiskir spurningar, t.d. verður sagt, at tey síggja tað ikki nóg væl aftur, at tey duga betur at lesa, og at tað tískil hevur týdning, at vit javnan steðga á og royna at finna enn betri hættir, tí næmingarnir skulu helst gerast betri at lesa og samstundis fáa nakað burturúr. Gunnvá vísir á lesikanningina, sum varð gjørd í fjør, ið vísir, at næmingar lesa ov lítið heima, og at teir næmingar, sum tíma illa at lesa, siga, at tann, sum fær teir at lesa, er lærarin, tí lærarin sigur, at teir skulu.

Tí hevur tað stóran týdning, at vit halda fast í, at tað verður lisið, tí tað er tann einasta løtan, næmingurin kemur í samband við eina bók; tí lærarin sigur, at tey skulu lesa.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019, sum júst er komið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.