Tíðindi

Ætlan um integratión av næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, er ávegis

Ein yvirskipað ætlan um integratión og inklusjón av næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, er ávegis og er væntandi at verða liðug um ársskiftið.

12.11.2019

Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur, sum er mannaður við fólki úr Mentamálaráðnum, Útlendingarstovuni og Skúlaleiðarafelagnum og leggur síðstu hond á eina yvirskipaða ætlan um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum. Gongst sum ætlað verður ætlanin liðug síðst í hesum árinum. Setningurin hjá arbeiðsbólkinum er at lýsa støðuna og meta um, hvussu skúlarnir eiga at taka ímóti næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt ella annan uppruna enn føroyskan, soleiðis at teir verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum, hvussu teir kunnu læra føroyskt, hvørjar fyriskipanir eiga at vera og so framvegis. Tá ið arbeiðsbólkurin hevur handað frágreiðingina um ársskiftið, verður farið víðari og innanhýsis arbeiðsbólkur settur í Mentamálaráðnum, sum fær til uppgávu at taka stigið víðari.

Lærarar hava leingi víst á tað óhepna í, at eingin yvirskipað ætlan er um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða inkluderaðir í skúlanum. Somuleiðis sóknast teir eftir eini útbúgving í at undirvísa næmingum, sum hava annan uppruna enn føroyskan.

- Útbúgvingin er loysnin; vit mugu útbúgva lærarar, sum kunnu undirvísa næmingum, ið hava annað mál enn føroyskt, men vit eiga ikki at avmarka tað eittans til málið. Útbúgvingin má eisini at leggja upp fyri, at mentanin hjá hesum næmingum er øðrvísi enn okkara, at hugsanarhátturin er øðrvísi, at uppalingin av teimum er øðrvísi og so framvegis; alt hetta má útbúgvingin spegla. Lærarin má megna at hjálpa næmingum, sum koma frá heilt øðrum viðurskiftum, enn vit eru von við. Næmingarnir mugu bæði integrerast og inkluderast í okkara skúla og samfelag. Umframt ger tað seg galdandi, at næmingarnir eru ymiskir á aldri, tá ið teir koma til Føroya, og londini, haðan tey koma, eru eisini ymisk. Næmingarnir eru spjaddir kring landið, so tað er einki hugskot at savna teir í móttøkuflokkar, sum gjørt verður aðrastaðni, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum er spentur at hoyra, hvat arbeiðsbólkurin kemur til.
Tað er ikki nóg gott, at lærarar mugu arbeiða eftir best førimuni uttan nakra yvirskipaða ætlan. Tá ið frágreiðingin er komin, eru vit komandi munandi longri.

Síðsta vár var kunngerð gjørd um undirvísing í føroysk máli og mentan til næmingar av øðrum uppruna enn føroyskum. Kunngerðin er ikki lýst ella sett í gildi.

Gongdin seinastu árini hevur verið greið. Alt fleiri fremmandamæltir næmingar eru í fólkaskúlanum. Mentanarliga skulu teir finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum, og tað kann vera trupult. So leingi eingin ætlan er, royna lærarar hvør í sínum lagi og at hjálpa nýggju næmingunum at læra seg føroyskt. Tað er so at siga einki tilfar tøkt, sum er ætlað júst hesum næmingum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.