Tíðindi

Átta tilmæli skulu venda gongdini

Tey, sum hava staðið fyri at greina úrslitið av stóru trivnaðarkanningini, ið er gjørd í 5., 7. og 9. flokki, mæla til átta tiltøk, sum hava til endamáls at venda gongdini.

03.10.2023

Fyrsta tilmælið er, at Nám skipar fyri skeiði og arbeiðsdøgum úti í einstøku skúlunum, sum taka støði í egnum úrslitum út frá kanningini, og sum arbeiðs við felagsskapsfatanini, skúlamentanini og møguligum avbjóðingum og møguleikum í skúlanum. Foreldur og skúlastýri skulu kunnast um úrslit og niðurstøður í tí, sum kemur burturúr.

Annað tilmælið er at menna og víðka um virksemið hjá næmingaráðunum, soleiðis at næmingarnir fáa beinleis ávirkan á skúlan.

Triðja tilmælið er, at støddin á flokkum verður sett at vera í mesta lagi 20 næmingar.

Fjórða tilmælið er, at serstøk kanning um talgilda trivnað í fólkaskúlanum verður sett í verk.

Fimta tilmælið er, at næsta trivnaðarkanningin eisini fatar um lærarar, foreldur og næmingar, soleiðis at betri innlit fæst í viðurskifti uttan fyri skúlan.

Sætta tilmælið er at styrkja lærugreinirnar, soleiðis at tær fanga áhugan hjá næmingum og harvið varðveita áhugan at ogna sær fakliga vitan. Til hetta krevst dagførdar námsætlanir og eftirútbúgving av lærarum.

Sjeynda tilmælið er at styrkja toymisarbeiðið í skúlunum, soleiðis at fakliga og sosiala arbeiðið hjá lærarunum verður ment, eitt nú við co-teaching.

Áttanda og seinasta tilmælið er at menna næmingatænastuna – lestrarvegleiðingina, heilsufrøðingatænastuna og aðrar stuðulsskipanir sum longu eru – fyri at fremja trivnaðin og tryggja næmingunum eitt barna- og ungdómsvinaligt stað. Hetta fyri at næmingar altíð hava onkran at venda sær til í skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.