Tíðindi

Átjan spennandi verkætlanir í Listaleypinum hetta skúlaárið

Aftur í ár er Listaleypurin fyltur við hópum av spennandi tilboðum; ikki færri enn 18 verkætlanir eru á skránni fyri skúlaárið 2019/20. Nógvar spennandi framførslur eru í leypinum, eins og dagsverkstovur og longri verkstovur eru at velja ímillum.

19. september 2019

Aftur í ár eru tvær longri verkætlanir við, har næmingar og lærarar fáa høvið at fara í dýpdina saman við listafólkunum, og sleppa at hugsavna seg um eina verkætlan yvir eitt longri tíðarskeið.

Talan er um tvær verkætlanir, sum veruliga seta kropp, sansir, hugflog, dirvi og forvitni í spæl á ein sera leikandi og kveikjandi hátt.

Á heimasíðuni listaleypurin.fo er greitt yvirlit yvir allar verkætlanirnar býttur sundur í aldursbólkar. Greitt verður nevnt frá, hvat fyri verkætlan talan er um; verkætlanin verður lýst væl, somuleiðis málbólkurin og hóskandi tal á næmingunum. Eisini verður væntanirnar til skúlarnar lýstar væl viðvíkjandi hølum og krøvum annars.

Rannvá Káradóttir er samskipari á Listaleypinum.

Sí: https://www.listaleypurin.fo/yvirlit

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.